SANGTEKSTER

Í mánalýsi
Síggi eg
Korrallrivini
Glitra ígjøgnum silvitnið
Í tínum eygum

Eg lati meg søkka
Niður í djúpið
Lati meg draga
Inn í vakurleikan
Sum býr í tær

Og eg gloymi mína óró
Minnist aftur mína eydnu

Einki kann toga meg frá tær nú
Eingin kann elska meg sum tú

Eg veit at tú elskar
Sum var eg tín eydna
Verjir meg
Sum var eg dukandi hjartað
Í tínum brósti

Eg nemi við teg
Sum vart tú ein lutur
Av mínum kroppi
Sum vóru vit spunnin
Saman
Av somu æðrum

Um vit sigla í brotasjógvi
Kava niður í aldudalar

Einki kann toga meg frá tær nú
Eingin kann elska meg sum tú

Einki kann toga meg frá tær nú
Eg haldi fast í teg
Eingin kann elska mef sum tú

Einki kann elska meg sum tú
Eingin kann elska meg sum tú

Tilføjet af

Finn

DEL

VIDEO